- Tíðindi, mentan og ítróttur
Órógv í Vinstra kostar atkvøður
Órógv í danska Vinstraflokkinum um formannin, Lars Løkke Rasmussen, hevur við sær, at flokkurin missir nógvar atkvøður.
Ein kanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau, vísir, at flokkurin fær sína næstminstu undirtøku, síðani Voxmeter fór at gera kanningar.
Vinstri hevði fingið 21,2 prosent av atkvøðunum, um val var nú, og bert einaferð fyrr hevur undirtøkan verið minni. Tað var í 2010, tá flokkurin stóð til at fáa 18,7 prosent av atkvøðunum. Síðani 4. mai hevur Vinstri mist 6,6 prosent av atkvøðunum.
Leiðslufundur í morgin
Í morgin verður leiðslufundur í Vinstra, og tá verður framtíðin hjá Lars Løkke Rasmussen sum formaður í Vinstra avgjørd. Undan fundinum hava 14 av teimum 98 kommunufeløgunum hjá flokkinum boðað frá, at Lars Løkke Rasmussen eigur at leggja frá sær.
Tosað verður eisini um, at fleiri fólkatingslimir arbeiða við at hava ein eyka landsfund, so nýggjur formaður kann veljast. Leggur Lars Løkke Rasmussen frá sær, so verður Kristian Jensen nýggjur formaður í Vinstra.
Leiðslufundurin í Vinstra verður í Odense í morgin.