- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljublettur á Kollafirði
Oljublettur á Kollafirði
Sambært politinum er illgruni um, hvaðani oljan kemur, men illgrunin er ikki staðfestur enn.
02.06.2014 - 07:52
Á middegi í gjár sóu fólk olju á Kollafirði.
Sambært politinum er illgruni um, hvaðani oljan kemur, men illgrunin er ikki staðfestur enn. Tað verður hann kanska í dag. Tvey skip lógu í Kollafirði í gjár, ein russiskur trolari, sum hevur ligið har mannleysur í nøkur ár, tí eingin í Russlandi vil kennast við hann, og eitt føroyskt línuskip.
Brimil tekur royndir
Brimil kom á Kollafjørð í nátt, og royndir skuldu takast av oljuni á sjónum.
Sløkkiliðið í Havn legði tvær byrgingar á Kollafirði í gjár, aðra við bryggjuna í Kollafirði, og hina við ferjuleguna á Oyrareingjum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV