Vevnaðarflutt eitt grísahjarta í eina bavian

Vevnaðarflutt eitt grísahjarta í eina bavian
Granskarar hava vevnaðarflutt eitt íleguskoytt grísahjarta í eina apu. Næsta stigið verður at vevnaðarflyta eitt grísahjarta í eitt menniskja
 
20.05.2014 - 12:34

Granskarar hava vevnaðarflutt eitt íleguskoytt grísahjarta í eina apu. Apan, ein bavianur, livdi í næstan tvey ár við grísahjartanum. Næsta stigið verður at vevnaðarflyta eitt grísahjarta í eitt menniskja. 

- Verður tað gjørligt at flyta gøgn frá djórum til sjúk menniskju, so verður tað ein kollvelting innan vevnaðarflutning og mong dýrabar menniskjalív verða bjargað, sigur Muhammad Mohiuddin.

Hann er granskingarleiðari fyri toymið, ið hevur ment háttin at íleguskoyta djóragøgn, soleiðis at tað til ber at flyta gøgnini millum djórasløg.

Veika immunverju

Apan hevði fingið heilivág, ið fekk immunverjuna at viknað so mikið, at apukroppurin ikki stoytti grísahjartað frá sær. Hetta verður eisini gjørt, tá ið gøgn skulu flytast millum menniskju, men stóra avbjóðingin hevur verið, at hóast immunverjun er viknað, hevur ikki borið til at flutt gøgn millum djórasløg, tí kroppurin vil ikki taka ímóti gøgnum frá øðrum djórum.

Men við at íleguskoyta gøgnini, ber nú til at flyta gøgn millum djórasløg, uttan at gøgnini verða havnað.

Xenovevnaðarflutningur

Næsta stig verður at vevnaðarflyta gøgn frá grísum yvir í menniskja. Grísar eru vælegnaðir til hetta, tí anatomiin í grísagøgnunum líkist menniskjagøgnunum.

Mett verður, at xenovevnaðarflutningur, ið tað verður rópt, tá ið gøgn verða tikin úr djórum og sett í menniskja, verður púra vanligur einaferð í framtíðini.

Og nýggi hátturin at íleguskoyta djóragøgnini við menniskjaílegun, fer at gera tað gjørligt, einaferð í framtíðini, at seta eitt grísahjarta í ein menniskjakropp.

- Nú hava vit vunnið á størstu avbjóðingini, har vit kunnu stýra immunverjuni, so at kroppurin ikki havnar djóragøgnunum, sigur læknin og granskingarleiðarin Muhammad Mohiuddin.

Kelda: www.livescience.com

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859