- Tíðindi, mentan og ítróttur
Susvim vann mest
FM í svimjing er av á hesum sinni og aftur í ár var tað Suðuroyar Svimjifelag sum vann flest heiðursmerkir.
Susvim vann 19 gull, 12 silvur og 12 bronsur.
Ægir vann vann 14 gull, 14 silvur og 9 bronsur.
FLOT vann 5 gull, onga silvur og 2 bronsur.
HS vann 4 gull, 16 silvur og 15 bronsur
Reysti vann 4 bronsur
Trý føroysk met
Trý føroysk met vóru sett í hesi kappingini.
Ásbjørg Hjelm, Ægir, setti nýtt met í 50 metur bringusvimjing við tíðini 33.90 sekund. Gamla metið var 34.19 sek.
Emma Festirstein Nystrøm, HS, setti nýtt met í 200 metur bringusvimjing við tíðini 2.36.12. Gamla metið var 2.37.64
Susvim menn settu nýtt met í 4 x 50 frísvimjing við tíðini 1.34.96. Gamla metið var 1.35.06
Ársins svimjarar og stjørnuskot:
Tá kappingin var liðug blivu ársins svimjarar og stjørnuskot vald
Ársins stjørnuskot, kvinnur: Sára R. Nysted.
Ársins stjørnuskot, menn: Róland Toftum
Ársins svimjari, kvinnur: Emma Festirstein Nystrøm
Ársins svimjari, menn: Pál Joensen