Herd krøv sett grannskoðarum

Herd krøv sett grannskoðarum
Krøvini eru ikki komin í Føroyum enn. Skulu hava góðkenning fyri at grannskoða fíggjarstovnar
Fyri at grannskoða fíggjarstovnar skulu herd krøv lúkast
 
22.04.2014 - 13:19

Eingin føroyskur grannskoðari er góðkendur at hava roknskapir hjá peningastovnum undir hond í 2014.
Danska Fíggjareftirlitið hevur hert krøvini til teirra, sum skulu grannskoða roknskapir hjá peningastovnum og tryggingum.
Fíggjareftirlitið krevur, at tað skal góðkenna grannskoðarar, áðrenn teir sleppa at grannskoða roknskapir hjá peningastovnum og tryggingarfeløgum. 
Treytin fyri at fáa hesa góðkenning frá Fíggjareftirlitinum er, at grannskoðarin skal hava grannskoðað peningastovnar í minsta lagi 600 tímar tey seinastu fimm árini. 
Góðkenning er givin 54 grannskoðarum í danska kongaríkinum í ár, men eingin føroyingur er millum teirra, sum lúka krøvini hjá Fíggjareftirlitinum. 

Felagið Føroyskir Grannskoðarar sigur, at kunngerðin um herdu krøvini ikki er sett í gildi í Føroyum enn.

Felagið sigur eisini, at arbeitt verður við at seta kunngerð í gildi í Føroyum um treytir fyri at góðkenna grannskoðarar, sum grannskoða føroyskar peningastovnar.
 
Fíggjarmálaráðið hevur í hesum sambandi samskift við danska Fíggjareftirlitið um, hvørjar treytir skulu setast føroyskum grannskoðarum, sum søkja um slíka góðkenning, sigur Felagið hjá føroysku grannskoðarunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636