Fimm ávísingar í senn

Fimm ávísingar í senn
Fólk við breki, sum hava tørv á varðandi fysioterapi, fáa ikki longur viðgerð fyri eitt longri tíðarskeið, men bara fimm ávísingar ísenn
 
08.04.2014 - 08:57

 Hetta ørkymlar foreldur og onnur avvarðandi, og tí hevur Javni, felagið hjá fólki við breki og menningartarni, vent sær til Heilsumálaráðið við trupulleikanum. 

Orsøkin til støðuna eru ógreið viðurskifti í sáttmálanum millum Heilsutrygd og felagið Føroyskir fyrisoterapeutar, skrivar Javni í ársfrágreiðingini fyri 2014. 

Heilsumálaráðið tekur undir við Javna og sigur, at støðan er als ikki nøktandi. 

Samráðingar hava verið millum Heilsutrygd og felagið hjá føroysku fysioterapeutum fyri at finna fram til, hvussu skipanin best kann fáast at virka frameftir. 

Javni hevur heitt á heilsumálaráðið um at hava í mentu, at at eisini onnur enn fólk við fjølbreki hava brúk fyri varðandi fysioterapi.

Javni heitir somuleiðis á Heilsumálaráðið um at lata gomlu skipanina virka til samráðingarnar um eina nýggja skipan eru komnar á mál. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878