- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verkfall í Íslandi rakar ikki flúgving til Føroya
Warning: Unknown: Unable to allocate memory for pool. in Unknown on line 0 Warning: require_once(): Unable to allocate memory for pool. in /www/kvf/index.php on line 19
Verkfallið, sum hóttir fyritøkuna Isavia og í Íslandi, fær ongan ávirkan á flúgvingina til Føroya og úr Føroyum. Starvsfólk hjá Isavia arbeiða á flogvøllunum í Íslandi.
Men Isavia stýrir eisini flogferðsluni í íslendska luftrúminum, sum er eitt tað størsta í heiminum. Tað er 5,4 milliónir ferkilometrar. Og hóast íslendskt eftirlit er við loftrúminum her hjá okkum, ber til at flúgva, hóast verkfall verður, sigur stjórin í P/f Vága floghavn, Jákup Sverri Kass.
Verkfall í fleiri dagar
Fakfeløgini hjá teimum, sum arbeiða hjá Isavia, hava hótt við verkfalli, fæst semja ikki um nýggjar sáttmálar. Boðað er frá verkfalli 8.apríl, 23.apríl og 25.apríl frá klokkan fýra til klokkan níggju á morgni.
Flogfarið úr Føroyum til Íslands kemur hagar eftir klokkan níggju um morgunin, so verkfallið rakar ikki tað beinleiðis.