- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur økisleiðari fyri Norðoyggjar og Eysturoy
Nýggjur økisleiðari fyri Norðoyggjar og Eysturoy
Kári Thorsteinsson, ið hevur havt ábyrgdina fyri Norðoyggjum og Eysturoy hjá løgregluni, lat í morgun ábyrgdina víðari til eftirmann sín
Mynd: nordlysid.fo
28.03.2014 - 14:52
<p>Økisleiðarin hjá løgregluni fyri Norðoyggjar og Eysturoy, Kári Thorsteinsson, lat í morgun ábyrgdina víðari til eftirmann sín á samkomu á politistøðini í Klaksvík.</p>
<p>Tað verður Jógvan Páll Joensen, ið nú tekur við sum økisleiðari fyri Norðoyggjar og Eysturoy, hjá løgregluni í Føroyum, <a href="http://nordlysid.fo/leidaraskiftid+a+politistodini+i+klaksvik.html" target="_blank">skrivar Norðlýsið</a>.</p>
<p>Jógvan Páll Joensen hevur áður starvast á politistøðini í Havn, har hann hevur verið í starvi sum vaktleiðari. Kári Thorsteinsson var økisleiðari fyri Norðoyggjar og Eysturoy í fýra ár.</p>
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV