- Tíðindi, mentan og ítróttur
Álvarsligt arbeiðsóhapp í Havn
Álvarsligt arbeiðsóhapp í Havn
31 ára gamal maður fekk álvarsligan skaða, tá hann datt 7-8 metrar niður av tekju á vinnubygningi í Havn í morgun
Mynd: kvf.fo
28.03.2014 - 09:47
<p>Løgreglan fekk um 8-tíðina í morgun fráboðan um eitt arbeiðsóhapp í Havn. Menn vóru í fer við at umvæla tekjuna á bygninginium hjá Noma-Tek í Vesturbýnum í Havn.</p>
<p>Ein 31 ára gamal maður datt niður av tekjuni 7-8 metrar - niður á betonggólv. Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at maðurin hevur fingið álvarsligan skaða.</p>
<p>Arbeiðseftirlitið kannar nú, hví óhappið hendi. Løgreglan skal nú avhoyra fólk, ið vóru vitni til hendingina í morgun, tá maðurin datt av tekjuni.</p>
Nýggjastu sendingar í ÚV