Eldraøkið: Endalig samtykt fríggjadagin

Eldraøkið: Endalig samtykt fríggjadagin
Fríggjadagin fer løgtingið endaliga at samtykkja, at kommunurnar skulu taka við eldraøkinum og heimarøktini 1. januar næsta ár
Trivnaðarnevndin hevði mong broytingaruppskot, sum tingið samtykti við aðru viðgerð í gjár. Her forkvinnan í Trivnaðarnevndini, Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum saman við partamanninum, Bárði Nielsen, sum er formaður í fíggjarnevndini
 
26.03.2014 - 09:17

Onnur viðgerð var í tinginum í gjár. Tá samtykti tingið fyrst øll broytingaruppskotini hjá meirilutanum í Trivnaðarnevndini, og síðani samtykti tingið uppskotini um heimatænastu og eldrarøkt, og kommunalt samstarv um heimatænastu og eldrarøkt.

20 atkvøddu fyri og tíggju ímóti.

Kristina Háfoss í Tjóðveldi skeyt upp at beina málini aftur í Trivnaðarnevndina, men tað fall. 

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin halda, at fyrireikingarnar í sambandi við at lata kommununum økini at umsita eru komnar ov stutt. Tí eigur yvirtøkan at útsetast til 1.januar í 2016.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Hósdag 1. mai
RagnarRokk:Jerry Prütz um Manifesto
190922
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117