Lógin um rúsevni skal herðast munandi

Lógin um rúsevni skal herðast munandi
Tað ætlar Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sum hevur eitt ríkislógartilmæli um tað til hoyringar í samgonguni
Lógin um rúsevni skal herðast, ætlar Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum

21.03.2014 - 13:31

Bæði fútin og TAKS hava gjørt vart við, at hóskandi er at dagføra og herða reglurnar í donsku lógini um "euforiserende stoffer", sum er galdandi í Føroyum, so lógin í Føroyum verður samsvarandi lógini í Danmark.

Fútin vil hava, at til ber at revsa fólk, sum innflyta rúsevni, sum ikki eru nevnd í galdandi lóg. Fútin mælti eisini frá at seta donsku regluna um at revsa við ávaring í gildi í Føroyum. Tað hevur landsstýrismaðurin tikið til eftirtektar.

Lógarbroyting neyðug

Nógv rúsevni, sum ikki eru í galdandi lóg í Føroyum, eru komin seinastu árini. Bæði fútin og TAKS hava fortreð av teimum, tí illa ber til at steðga teimum í tollinum.

Lógin loyvir tí ikki. Í ávísum førum er eydnast at steðga innflutningi við at brúka apotekslógina. Men tann lógin hevur ongar revsimøguleikar. Tað er umráðandi at fáa lógarbroytingina setta í gildi í hesi tingsetuni, sigur landsstýrismaðurin.

Serliga nógv rúsevni koma til Føroya um summarið, tá festivalar og konsertir eru, siga tollararnir. Hvørki danska Forsætismálaráðið ella Løgmálaráðið hava nakra viðmerking um ríkislógartilmælið, sum er á veg í løgtingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878