- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðtaka ikki gamla sildabýtið
Ísland hevur formansskapin í samráðingunum um norðhavssildina í ár og bíðar nú eftir svari frá hinum strandarlondunum.
Ísland hevur spurt hini fýra londini, um heildarkvotan skal býtast millum øll fimm londini eftir gamla lyklinum, sum var galdandi til í fjør, tá Føroyar ikki longur góðtóku hann. Ella, um gjørt verður sum í fjør, at hini londini, Ísland, Noreg, ES og Russland, býta sildina eins og gjørt varð í fjør.
Sambært hinum strandarlondunum eiga Føroyar knappliga 5,2 prosent av heildarkvotuni. Tey prosentini vóru 32.000 tons í fjør.
Men 25.mars í fjør kunngjørdi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, at føroyska sildakvotan í 2013 var 105.000 tons. Hetta gjørdi, at Noreg noktaði, at sild úr føroyskum sjógvi verður landað í Noregi.Og ES setti í gildi handilsforðingar móti sild og makreli úr Føroyum.
Íslendski formansskapurin setti onga freist fyri at svara. Føroyar hava ikki svarað enn, sigur Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari. Men føroyska støðan er óbroytt, sigur hann.
Næsta ár hava føroyingar formansskapin í sildasamráðingunum.