Facebook kennir eins væl andlit aftur sum tú

Facebook kennir eins væl andlit aftur sum tú
Sosiali miðilin, Facebook, hevur nú tøkni, ið kann kenna andlit aftur í 97% av førunum. Talið er nærum so høgt sum hjá menniskjum
Facebook hevur nú ment nýggja tøkni, ið kennir andlit aftur eins væl og tú gert
 
18.03.2014 - 14:25

Facebook klárar seg nú næstan so væl sum menniskju, tá greiða skal fáast á, hvørjir persónar á myndum eru, skrivar MIT Technology Review.

Menniskju kenna aftur andlit hjá fólki í 97,53 prosentum av førunum. Nýggja tøknin hjá Facebook kennir aftur andlitini í 97,25 prosentum av førunum.

Hetta er eitt munandi framstig við nýggju tøknini, hjá heimsins størsta sosiala miðli, har meira enn triði hvør føroyingur eisini hevur vangamynd.

Soleiðis riggar tøknin

Nýggja tøknin hjá Facebook, ið fyribils hevur fingið heitið DeepFace, broytir vanligar myndir til 3D-skap, so tøknin betur kann arbeiða við at kenna andlit aftur.
 

 

Mynd (a) omanfyri er upprunamyndin. Tøknin DeepFace rættar myndina upp, mynd (g), áðrenn tøknin ger eina endaliga útrokning uppá, hvussu andlit síggja út í 3D, mynd (h).

Hóast royndirnar við at menna nýggju tøknina hava gingið væl, er enn ikki greitt, nær brúkarar á Facebook fáa gleði av nýmentu tøknini hjá sosiala miðlinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008