- Tíðindi, mentan og ítróttur
23 ára gamal tikin fyri rán í Klaksvík
23 ára gamal tikin fyri rán í Klaksvík
Politiið tók í gjár ein 23 ára gamlan mann, ið er skuldsettur fyri rán i Klaksvík sunnunáttina, tá ein maður varð álopin á miðjari nátt
Mynd: Tilvildarlig savnsmynd/KvF
18.03.2014 - 13:17

Politiið tók í gjár ein 23 ára gamlan mann, sum er skuldsettur fyri rán i Klaksvík sunnunáttina. Maðurin er við einum russiskum skipi, sum liggur í Klaksvík.

Maðurin hevur sagt politinum, at hann minnist einki frá sunnunáttini, tí hann var fullur. Skuldsetti maðurin skal í Føroya rætt í dag.

Tá fer ákæruvaldið at royna at fáa málið avgreitt, so skuldsetti maðurin, verður hann dømdur soleiðis, sum ákæruvaldið vil, kann fara inn at sita dómin alt fyri eitt.

SÍ EISINI Vaknaði við kaldan dreym tá tjóvar stóðu í stovuni

Nýggjastu sendingar í ÚV