- Tíðindi, mentan og ítróttur
Video: Soleiðis sær langhylurin í Vági út nú

50-metra langhylurin í Vági er settur upp, og farið er undir at seta upp barnahylin á Oyrunum í Vági, har svimjihylurin verður bygdur, skrivar Suðurrás.

Í filmsbrotinum niðanfyri sæst, hvussu gongst við arbeiðnum at gera langhylin í svimjihøllini, eystanfyri SEV-verkið í Vági, ið nú so smátt byrjar at taka skap.

Video: Soleiðis sær langhylurin í Vági út nú

Bygningurin verður umleið 60 metrar langur, 22 metrar breiður og umleið 1.300 fermetrar til støddar. Harumframt verður ein síðubygningur uppá 600 fermetrar.

Tað var 11. august í 2009, at eitt lógaruppskot varð lagt fyri Løgtingið um at byggja kappingarhyl í Vági. Eftir ætlanini skal langhylurin verða liðugur í summar.