Skrásetingin vil hava Eik Grunnin at rinda kanning

Skrásetingin vil hava Eik Grunnin at rinda kanning
Skráseting Føroya krevur 645.000 krónur frá trotabúnum Eik Grunnurin. Pengarnir skulu nýtast til at kanna grunnin
 
07.03.2014 - 08:08

Bara ein kreditorur er í trotabúnum Eik Grunnurin, og hann er Eik Banki. 

Kravið hjá Eik Banka er 340 mió. kr. Og trotabúgvið hevur okkurt um 3,2 milliónir at lata Eik Banka.

Trotabúgvið skuldi endaliga avgreiðast í Skiftirættinum í gjár, men fyrst í vikuni fekk trotabúgvið eitt krav afturat, 645.000 kr., frá Skráseting Føroya.

Bústjórin, Christian Andreassen, góðtók ikki kravið, og so fekk Skrásetingin nakrar vikur at hugsa um støðuna. Skrásetingin kann stevna trotabúnum eftir pengunum.

Skrásetingin krevur pengarnar fyri granskingina av Eik Grunninum. 

Sambært grunnalóggávuni skal ein grunnur, sum verður granskaður, sjálvur rinda granskingina, men grunnamyndugleikin, í hesum førinum Skráseting Føroya leggur pengarnar út. 

Skrásetingin metir, at granskingin kostar hálva aðru millión krónur. So nógvar pengar vil løgtingið ikki játta, og tí er granskingin ikki liðug.

Men longu nú hevur Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, sum hevur granskað Eik Grunnin fyri Skrásetingina, staðfest, at nevndin í Eik Grunninum helt ikki roknskaparreglurnar. Nevndin tók stig, sum hon ikki hevði fingið loyvi til frá Skráseting Føroya, og hon gjørdi móti endamálsgreinini hjá grunninum.

Skráseting Føroya hevur sent politinum granskingina hjá Eyðfinni Jacobsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636