Helena Dam á Neystabø í Vangamyndini

Helena Dam á Neystabø í Vangamyndini
Handilsskúlastjórin metir um komandi avbjóðingar
 
07.03.2014 - 13:28

- Tørvur er á at fáa staðfest, hvørjar útbúgvingar føroyski arbeiðsmarknaðurin hevur brúk fyri, bæði fyri at tryggja nóg væl útbúna faklærda arbeiðsmegi, og fyri at meta um tørvin á hægri akademinskum útbúgvingum.

Tað sigur Helena Dam á Neystabø, stjóri á Føroya Handilsskúla, ið júst hevur hátíðarhildið, at 30 ár eru liðin, síðani flutt varð inn í skúlan í Marknagili. Helena Dam á Neystabø er gestur í Vangamyndini í Degi og Viku i kvøld.

Avbjóðingum er ivaleyst av. Føroya Handilsskúli er vorðin partur nýggju miðnámsskúlaskipanini sum búskaparbreyt, og um tvey ár verður flutt inn í Marknagilsdepilin saman við Studentaskúlanum og Tekniska skúla. Handilsskúlin bjóðar fólki hægri lestur t.d. HD, men útbúgvingartilboðini áttu at verið fleiri, heldur Helena Dam á Neystabø.

Hon er sannførd um, at stórur tørvur er á fleiri hægri útbúgvingum innan t.d. marknaðarføring, útflutningsbúskap og altjóða búskap.

Bogi Godtfred tosar við Helenu Dam á Neystabø í Vangamyndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981