FSF umhugsar endurgjald

FSF umhugsar endurgjald
FSFa umhugsar at seta fram endurgjaldskrav, tí venjingardysturin móti Malaga fyrradagin varð avlýstur. Tað skriva in.fo.
 
07.03.2014 - 10:30

Føroyska A-landsliðið er á venjingarlegu í Spania. Venjingardysturin móti Malaga varð av ongum, tí at spanska fótbóltssambandið ikki vildi loyva føroyska landsliðnum at spæla dyst.

 - Hetta var sjálvandi ikki tað, sum vit ætlaðu. Vit fara nú at seta okkum í samband við írska agentin, sum stóð fyri fyrireikingunum, og tað kann væl vera, at vit seta fram endurgjaldskrav, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF, við in.fo.
 
Virgar Hvidbro sigur, at formliga hevði spanska fótbóltssambandið rætt at nokta føroyska liðnum at spæla.
 
- Altjóða reglurnar eru, at skal eitt landslið spæla dyst í øðrum landi, so skal viðkomandi land góðkenna, at dysturin verður spældur. Hetta hevur tó ongantíð verið praktiserað øll tey árini, sum vit hava verið í Spania á venjingarlegu, sigur Virgar Hvidbro.

Ein onnur orsøk sigst eisini vera til at spanska fótbóltssambandið setti seg ímóti dystinum. Og hon er, at Føroyar eisini hava spælt dyst móti Gibraltar, sum er nýtt UEFA-limaland. Spania hevur støðugt verið ímóti limaskapinum hjá Gibraltar, og tí hevur onkur ført fram, at talan kanska hevur verið um hevnisøku frá spanskari síðu. Men hetta vil Virgar Hvidbro, sambært in.fo, ikki gera viðmerkingar til. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981