Landið eigur at yvirtaka kommunulæknarnar

Landið eigur at yvirtaka kommunulæknarnar
Heilsumálaráðið eigur at hava alla kommunuskipanina undir hond, heldur Steinbjørn O. Jacobsen, virkandi borgarstjóri í Klaksvík
 
05.03.2014 - 12:30

Nú ætlanin er gera nakrar heilsudeplar, har millum annað kommunulæknar skulu vera, er spurningurin, um vit ikki júst nú eiga at samráðast um at leggja kommunulækna-skipanina heilt og fult til landið, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.

Hann sigur, at verandi skipan, har kommunurnar rinda viðtaluhøli, útgerð, bústað til avloysarar, ja, snøgt sagt karmarnar, hava kommunurnar onga ávirkan á, hvussu kommunulækna-skipanin verður stýrd og rikin.

Tað avger landið. 

Tí spyr virkandi borgarstjórin í Klaksvík, um ikki er vert at royna at hava bæði fíggjarliga partin og umsitingarliga partin hjá sama myndugleika, hjá landinum.

Tí felags ábyrgd kann lættliga enda við ongari ábyrgd, sigur Steinbjørn O. Jacobsen. 

Hann vísir á, at Heilsumálaráðið hevur allan avgerðarrættin um innihaldið í kommunulæknaskipanini. Men kommunurnar gjalda stóran part av tí, sum krevst fyri at skipanin skal virka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981