- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna happing
Kanna happing
Mentamálaráðið miðar í ár eftir at kanna happing og trivnaðin í fólkaskúlanum.
05.03.2014 - 09:23
Umsitingin í Mentamálaráðnum fyrireikar í løtuni kanningina, men enn er hvørki støða tikin til, hvør skal gera kanningina, nær hon skal byrja og vera liðug.
Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaðurin, á heimasíðuni hjá lærarafelagnum.
Ætlanin er, at kanningin skal kunna samanberast við kanningina í 2007.
- Spurningurin um happing eigur at verða tikin í størsta álvara, tí er hetta eitt øki vit politiskt eiga at raðfesta og loysa í felag, og at finna neyðug amboð og fígging í arbeiðinum at steðga happingini, sigur Bjørn Kalsø við heimasíðuna hjá Lærarafelagnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV