Málið í Norðdepli: Skal sita fýra vikur afturat

Málið í Norðdepli: Skal sita fýra vikur afturat
Ákæruvaldið fyrireikar málið, sum kemur fyri í Føroya Rætti 28. apríl. Fyribils eru tvær vikur settar av til rættarmálið
 
28.02.2014 - 14:55

Ungi maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava stungið fýra fólk í Norðdepli í fjør summar, skal sita í varðhaldinum í fýra vikur afturat.

Hann skal sita í varðhaldi til 28. mars, men hesaferð er orsøkin ikki, at mentalkanningin og persónskanningin ikki eru lidnar, tí tað eru tær. Men persónsskaðarnir, sum ungi maðurin elvdi til, gera, at rætturin heldur, at hann skal verða verandi í varðhaldi, sigur verjin, Jógvan Páll Lassen.

Sambært Føroya rætti er nú grundaður illgruni um, at maðurin ætlaði at drepa. Hann hevur alla tíðina verið skuldsettur fyri millum annað drápsroynd, men rætturin hevur higartil varðhaldsfonglað mannin, tí grundaður illgruni er um, at hann hevur skatt fólk við grovum harðskapi. 

Sitið í meiri enn hálvt ár

Maðurin hevur nú verið í varðhaldinum í meira enn hálvt ár. Málið kemur fyri í Føroya Rætti 28. apríl og tvær vikur eru fyribils settar av til rættarmálið.

Í løtuni verður málið fyrireikað, og so leingi sum ákæruvaldið ikki hevur reist ákæru móti manninum, er ikki greitt um talan verður um nevningating. Tað veldst um, hvørja grein í revsilógini, ákæruvaldið grundar ákæruna á.

Skuldsetti maðurin noktar seg sekan. Hann sigur seg einki minnast frá sunnumorgninum 14.juli í fjør.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519