- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveir føroyingar undir illgruna fyri barnaporno
Tveir føroyingar undir illgruna fyri barnaporno
Løgreglan hevur gjørt húsarannsóknir í tveimum húsum í Føroyum. Annar føroyingurin býr í Føroyum, og hin býr í Danmark
25.02.2014 - 15:59
<p>Løgreglan gjørdi í síðstu viku húsarannsóknir í tveimum húsum í Føroyum. Illgruni er um, at tveir føroyingar hava havt samband við hvønn annan umvegis teldu og hava havt barnapornografiskt tilfar á teldunum hjá sær.</p>
<p>Annar føroyingurin býr í Føroyum, og hin býr í Danmark. Rannsóknir vórðu gjørdar í samstarvi við løgregluna í Danmark, sum samstundis gjørdi húsarannsókn á einum bústaði har.</p>
<p>Jón Klein Olsen, varapolitikommisserur, sigur, at hald varð lagt á alla telduútgerð, sum varð funnin undir húsarannsóknini. Serkøn skulu nú kanna útgerðina fyri at staðfesta, um menninir hava keypt og selt barnapornografiskt tilfar.</p>
Nýggjastu sendingar í ÚV