Húsarannsóknir eftir barnaporno

Húsarannsóknir eftir barnaporno
Illgruni er um, at ein 35 ára gamal maður hevur havt barnapornografiskt tilfar á teldunum
 
25.02.2014 - 12:44

Løgreglan gjørdi í síðstu viku húsarannsóknir í tveimum húsum í Føroyum. Illgruni er um, at ein 35 ára gamal maður hevur havt barnapornografiskt tilfar á teldunum.

Rannsóknir vórðu gjørdar í samstarvi við løgregluna í Danmark, sum samstundis gjørdi húsarannsókn á einum bústaði har.

35 ára gamli maðurin kemur regluliga í hesi trý húsini.

Jón Klein Olsen, varapolitikommisserur, sigur, at hald varð lagt á alla telduútgerð, sum varð funnin undir húsarannsóknini, og serkøn skulu nú kanna útgerðina fyri at staðfesta, um maðurin hevur keypt og selt barnapornografiskt tilfar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982