Virgar Hvidbro: Føroyingar skulu hyggja at Føroyum

Virgar Hvidbro: Føroyingar skulu hyggja at Føroyum
Nú er liðugt at hyggja at stjørnunum hjá mótstøðuliðnum segði Virgar Hvidbro fyrr í dag.
Virgar Hvidbro, Aðalskrivara hjá FSF.
 
23.02.2014 - 21:13

Fyrr í dag tosaðu vit við Virgar Hvidbro aðalskrivara hjá FSF. Hann var alt í alt nøgdur við bólk F, sum Føroyar eru í.
Hann legði afturat at vit skulu koma burtur frá tí, at føroyingar fara til landsdyst fyri at síggja stjørnurnar hjá mótstøðuliðnum spæla.


Vit í FSF skulu arbeiða fram ímóti at føroyingar koma til landsdyst fyri at síggja Føroyar spæla.

Hann vísti á eitt dømi í Íslandi, har íslendingar nú fara til dyst fyri at síggja sítt land spæla. 
Virgar Hvidbro sigur at vit ikki kunnu beinleiðis samanbera okkum við Ísland, men skulu royna at koma hartil sum Ísland  er komið.

Virgar Hvidbro segði at enda, at hann vónar at Føroyar fær eitt gott úrslit beinanvegin. Tá úrslitið kemur verður áhugin kveiktur millum føroyingar at síggja Føroyar spæla.
FSF fer nú at fyrireika seg til dystirnar, sum liggja fyri framman. 

Skráin til bólkaspælið er klár og fyrsti dystur er á heimavølli ímóti Fraklandi tann 7 septembur kl 19.45.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. oktober
Breddin: Aktivisma
182184
Mikudag 16. oktober
Skratsj 16. oktobur 2024
182166
Mikudag 16. oktober
Góðan morgun Føroyar
182136
Mikudag 16. oktober
LEITISSTEIN 15.10.2024
182135
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. oktober
Sært tú fuglin? II (2:2)
182194
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110