Lutakastið til EM undankappingina 2016 er kl 11

Lutakastið til EM undankappingina 2016 er kl 11
Tað ber til at fylgja við lutakastinum á heimasíðuni hjá UEFA.
Daniel Udsen ímóti Zlatan Ibrahimovic
 
23.02.2014 - 09:52

Ì Nice gera tey klárt til eitt sera spennandi lutakast kl 11 føroyska tíð.
Tá verður trekt um hvør kemur at spæla ímóti hvørjum til EM undankappingina 2016. Londini eru styrkismett í 6 bólkar, og eru Føroyar styrkismettar til vánaligasta bólkin, sum er bólkur 6. 
Lutakastið fer soleiðis fram, at londini verða trekt úr sínum styrkisbólki og verða so 9 bólkar eftir hetta. Hvør bólkur er mannaður av 6 londum uttan I bólkurin har einans 5 lond eru. Nógv hevur verið tosað um at Føroyar enn ikki hava møtt Onglandi, sum eru í bólki 1. Men kl 11 ber til at fylgja við um Føroyar fara at møta Onglandi ella ikki. Fylg við á hesari leinkjuni.   http://www.uefa.com/uefaeuro/finals/draws/index.html 

Pulsurin fer í dag at varpa ljós á EM undankappingina 2016 og gestir koma í útvarpstovuna at práta um ymisku bólkarnar. Sendingin Pulsurin er millum kl 16-18 í dag.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155