Liðugt viðgjørd fólk strandað á sjúkrahúsunum

Liðugt viðgjørd fólk strandað á sjúkrahúsunum
Nógv fólk eru strandað á sjúkrahúsunum eftir at tey eru liðugt viðgjørd, tí tey hava onga staðni at fara
 
21.02.2014 - 09:00

Fólk, sum liggja á sjúkrahúsi, verða liggjandi har eftir at tey eru liðugt viðgjørd, tí tey hava onga staðni at fara. Talan er um okkurt um 30 fólk um árið.

Tað sigur Heilsumálaráðið í svari til Trivnaðarnevndina hjá løgtinginum.

Sambært Heilsumálaráðnum eru fólk innløgd á øllum trimum sjúkrahúsum, hóast tey av røttum eiga at vera útskrivað, tí viðgerðin er liðug.

Í løtuni eru sjey slík fólk á Suðuroyar sjúkrahúsi, men miðaltalið har er trý til fimm fólk.

Í Klaksvík kunnu í miðal tvey fólk um árið ikki útskrivast av sjúkrahúsinum, tí tey kunnu ikki búgva heima, og hava heldur ikki pláss á bústovni.

Á Landssjúkrahúsinum hava seinastu árini verið um stívliga 20 liðugt viðgjørdir sjúklingar innlagdir. Tá eru búfólk á Psykiatriska deplinum tald við.

Høvuðsorsøkin er vantandi røktarheimspláss, umlættingarpláss og sambýli. 15 fólk noyðast at búgva Á Psykiatriska deplinum, tí tey hava onga aðra staðni at búgva.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168