Bankakervið óvirkið í ein tíma

Bankakervið óvirkið í ein tíma
Tíðliga seinnapartin støðgaði kjarnuskipanin í bankakervinum í Føroyum upp, men nú riggar skipanin aftur
 
19.02.2014 - 15:57

Um eitt-tíðina í dag var órógv í skipanini í bankakervinum í Føroyum, og alt bankavirksemið umvegis netið riggaði illa.

Ongin fekk brúkt netbankan, kundar ringdu inn til bankarnar at biðja um vegleiðing, men har var heldur ongin hjálp at fáa, tí kervið í bankunum var óvirkið.

Tað gekk eisini striltið hjá teimum, sum skuldu hava reiðan pening úr sjálvtøkunum ella í avgreiðsluni í bankunum. Nøkur viðskiftafólk fingu smærri upphæddir útgoldnar. Í teimum førunum varð upphæddin skrivað á ein pappírslepa.

Ingi Vestergaard, KT-leiðari í Bank Nordik sigur, at trupulleikarnir í bankakervinum stava frá KT- veitarnum í Danmark. Scandinavisk Data Center er veitari hjá føroysku peningastovnunum, og brúkar JN Data sum undirveitara. Tað er har, trupulleikarnir vóru, men hvat var á vási, veit KT-leiðarin ikki.

Órógvið í bankaskipanini vardi í ein knappan tíma. Skipanin virkar nú aftur sum hon skal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636