- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra skip í landsrættin
Fiskimálaráðið heldur tað vera vert at royna málið um ólógliga fiskiskapin hjá fýra skipum í einum stongdum kassa norðanfyri, í Landsrættinum.
Ákæruvaldið hevur skotið dómin inn fyri Eystara landsrætt.
Dómurin hjá Føroya rætti fall mikudagin í síðstu viku.
Ákæruvaldið fekk ikki viðhald í, at allur reiðskapurin hjá teimum fýra skipunum, sum fiskaðu makrel, skuldi dragast inn.
Ákæruvaldið kravdi, at hald skuldi leggjast á reiðskap fyri 3,7 mió. kr.
Men rætturin lurtaði eftir verjanum, sum segði, at bara reiðskapurin, sum varð brúktur til ólógliga fiskiskapin, skuldi dragast inn.
Og hann er verdur eina millión og 336.000 kr.
Nú fer ákæruvaldið at vita, um til ber at fáa Landsrættin at leggja hald á allan reiðskapin hjá Vesturvón, Finni Fríða, Gadusi og Nærabergi.