Sjóvinnustýrið ávarar um hitaovnar

Sjóvinnustýrið ávarar um hitaovnar
Regluligt eftirlit má vera við ovnunum, sigur Sjóvinnustýrið
 
11.02.2014 - 14:52

Sjóvinnustýrið heitir á skiparar og øll, ið varða av skipum at halda vakið eyga við el- hitaovnum, so sum “Ribburørsovnum".

Tað hendir eftir at eldur herfyri kom í línuskipið "Pison", sum lá við bryggju í Lorvík.

Staðfest var, at ein hitaovnur, sum stóð ov tætt við timbur, var orsøk til eldsbrunan.

Sjóvinnustýrið mælir til, at slíkir ovnar - sleppa av við hitan. - eru festir, sum fyriskrivað frá framleiðara. - eru CE-merktir og egnaðir til nýtslu umborð á skipum. - eru ikki settir ella festir á eldfimt tilfar, so sum timbur.

Týdningarmikið er at tryggja, at einans ovnur, ið er egnaður verður settur í vátrúm.

Harumframt eigur regluligt eftirlit at tryggja, at - “ribburnar” eru reinar og heilar, - ongar “ribbur” mangla, og - at ongin teirra er rustað burtur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981