- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politiið gjalda fyri avlurting
Vil politiið sleppa at avlurta telefonir, skal politiið sjálvt rinda milliónirnar, sum tað kostar.
Tað siga Føroya Arbeiðs-gevarafelag og KT-felagið um avlurtingarpakkan, sum feløgini hava havt til hoyringar.
Tað er eyðsýnt, siga feløgini, at verður lógaruppskotið samtykt soleiðis, sum tað er orðað nú, og rokningin fyri íløgu og rakstur fellur til fjarskiftis-veitararnar, so tyngist raksturin hjá feløgunum, Føroya Tele og Vodafone, munandi.
Og rokningina fáa brúkararnir, tað eru fólk flest, tað almenna og vinnan í Føroyum.
Hetta fær so aftur avleiðingar fyri kostnaðarstigið í Føroyum yvirhøvur.
Niðurstøðan hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og KT-felagnum er púra greið: rokningina fyri tøkniliga útgerð og skipanir fyri at kunna avlurta telesamskifti eigur politiið og ikki fjarskiftisfeløgini.
Ein leyslig meting sigur, at avlurtingarpakkin fer at kosta tíggju milliónir krónur í íløgum og 1,7 mió. kr. í rakstri um árið.