- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nummarið skal fylgja kundanum
Tað er lætt at seta seg fyri einari telefon. Tí eigur tað at vera líka so lætt av sleppa av aftur við haldið.
Tað heldur Brúkaraumboðið, sum vil sleppa av við langar bindingartíðir hjá telefeløgunum.
Brúkaraumboðið hevur sagt sína hugsan um ætlanina hjá Vinnumálaráðnum, um at broyta fjarskiftislógina, so kundarnir hjá Føroya Tele og Vodafone kunnu varðveita sítt telefonnummar, hóast teir flyta frá øðrum felagnum til hitt.
Sambært lógaruppskotinum kann Fjarskiftiseftirlitið gera nærri reglur um, at telefonnummarið kann flyta millum veitarar, hóast kundin er bundin at øðrum veitaranum í einari bindingartíð.
Brúkaraumboðið heldur, at lógaruppskotið er ikki nóg avgjørt um hetta.
Lógaruppskotið eigur at geva Fjarskiftiseftirlitinum greiðari heimild at áseta reglur um mest loyvdu bindingartíð, enn ta heimild, sum er í fjarskiftislógini.
Er bindingartíðin ov long, kann tað gerast ov dýrt at skifta veitara og fáa telefonnummarið við sær, heldur Brúkaraumboðið.
Long bindingartíð kann tí beinleiðis forða fyri, at nakað fæst burtur úr broytingini í fjarskiftislógini, sigur Brúkaraumboðið.