- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lønirnar vóru 592 milliónir í januar
Lønirnar í januar vóru 592 milliónir krónur, og tað eru 15 milliónir minni enn í desember.
Afturgongdin er 2,5 prosent, vísa hagtøl frá Hagstovu Føroya.
Tølini eru árstíðarjavnað, so lagt er upp fyri, at lønarútgjaldingarnar vanliga eru størri í desember enn í januar mánaði.
Seinna hálvár 2013 vóru lønirnar omanfyri 600 milliónir hvønn mánað, og í september vóru tær hægstar, tá tær táttaðu í 630 milliónir.
Síðan tá eru tær minkaðar, og í januar vóru tær so komnar niður á 592 milliónir.
Trendurin, sum vísir langtíðargongdina, vísti vøkstur frá mars til oktober, men nú er stígur komin í.
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðar-av-vik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur.
Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.