- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kjakið: Føroyar ongan brekpolitikk
Kjak um rættindini hjá teimum, ið bera brek Føroyingar, sum bera brek, eru ikki javnsettir við aðrar føroyingar.
Tað heldur MBF, Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum.
MBF almannakunngjørdi í farnu viku eina skuggafrágreiðing, sum er send til ST.
Í stuttum sigur MBF, at Føroyar als ikki hava nakran brekpolitikk.
Hetta hóast Føroyar setti ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, í gildi í 2009.
Í heyst skulu Føroyar til hoyringar í, hvussu livað verður upp til sáttmálan, og tað er í tí sambandi, at MBF hevur skrivað eina skuggafrágreiðing til ST.
Ása Olsen, leiðari í MBF og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum umsitur fleiri av teimum málsøkjum, sum funnist verður at í skuggafrágreiðingini.
Liljan Weihe er vertur.