- Tíðindi, mentan og ítróttur
BankNordik dregur í land
Tá kontugjaldið kemur í gildi 1. august í ár, verða kundar, ið bara hava eina lønarkontu og/ella eina pensjónskontu í BankNordik, eisini undantiknir kontugjaldinum.
“Endamálið við kontugjaldinum er at tryggja, at allir kundar rinda fyri at brúka tænastur bankans. Eisini kundar, ið ikki brúka bankan regluliga,” sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.
Samstundis er hornasteinurin í virkisætlan bankans, at tað skal loysa seg hjá kundunum at savna síni fíggjarviðurskifti í BankNordik.
Tískil er ein stórur partur av kundum bankans longu undantikin kontugjaldinum.
“Vit mugu tó ásanna, at nakrir kundar, sum bara hava pensjónskontur og lønarkontur í bankanum, ikki eru fevndir av áður fráboðaðu undantøkunum.
Hesir kundar verða nú eisini undantiknir kontugjaldinum, og vit harmast um, at hetta ikki var greitt í fyrsta umfari,” sigur Janus Petersen, forstjóri í tíðindaskrivinum