- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nevhvalir lógu deyðir á sandinum
Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroy, sigur við kvf.fo, at nevhvalirnir lógu deyðir á sandinum í Trongvági í morgun.
Annar hvalurin er um 3 metrar langur, og hin er um 6 metrar langur.
Nevhvalirnir verða í lastbili fluttir við Norrønu norð til Havnar, har Náttúrgripasavnið fer at kanna teir.
Hetta er níggjundu ferð, at Náttururgripasavnið hevur skrásett nevhval í Føroyum. Fyrsti varð skrásettur í 1825.
foto: kvf.fo
foto: kvf.fo
foto: kvf.fo
foto: kvf.fo