- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsutrygd vitjar kommunulæknar og fótarøktarar
Heilsutrygd vitjar kommunulæknar og fótarøktarar
Heilsutrygd skal gera 12 fráboðaðar eftirlitsvitjanir í ár.
10.02.2014 - 09:45
Kommunulæknar og fótarøktarar kunnu vænta fólk frá Heilsutrygd inn á gólvið í ár.
Heilsutrygd og Heilsumálaráðið eru samd um, at Heilsutrygd skal gera 12 fráboðaðar eftirlitsvitjanir hjá veitarum í ár.
Hugsað verður um til dømis kommunulæknar og fótarøktarar.
Síðani 1.oktober í fjør umsitur Heilsutrygd kommunulæknaskipanina.
Í ár skal Heilsutrygd vera við í arbeiðinum at tillaga setanar- og lønarviðurskiftini hjá heilsustarvsfólkum, tí kommunulæknaviðtalur skulu umskipast til heilsudeplar.
Læknavaktin skal eisini eftirmetast í ár sambært mál- og avrikssáttmálanum millum Heilsutrygd og Heilsumálaráðið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV