Heiðrun fær gávugóðs

Heiðrun fær gávugóðs
Heiðrun Petersen, violinleikari, fær gávugóðs handað á samkomu leygardagin
Heiðrun Petersen er millum teirra, sum manna Føroya Symfoniorkestur
 
07.02.2014 - 11:48

Heiðrun Petersen, violinleikari, fær gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum í ár. 

Thorvald Poulsen av Steinum, ið stovnaði grunnin, var gartnari í Havn, og hann hevði stóra áhuga fyri bókmentum og list. Grunnurin hevur til endamáls at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving.

Latið 810.000 kr.

Gávugóðsið varð fyrstu ferð latið í 2001, og síðani hava 17 listafólk fingið tilsamans 810.000 kr. úr grunninum. 

Limirnir í nevndini eru sambært viðtøkunum fyri grunnin, rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, formaðurin í Listasambandi Føroya og formaðurin í Føroya Lærarafelag 

Tiltakið, sum er alment, verður á Fróðskaparsetrinum, Jónas Broncks gøta 25, leygardagin 8. februar kl. 15. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981