- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dimmalætting lýst til sølu
Nú ber til at ogna sær allar Dimmalættingar frá fyrsta degi í 1878.
Bústjórin í trotabúnum eftir Dimmalætting roynir nú at fáa pengar at býta millum kreditorarnar. Til sølu er Dimmalætting øll árini, hon kom út.
Sambært bústjóranum, Sigmundi Poulsen, advokati, verður blaðsavnið selt og latið, sum tað er, og har tað stendur.
Bókahillar fylgja við
Partur av tí liggur í bókahillum, og ein partur liggur leysur. Bókahillarnar fylgja við í keypinum. Trotabúgvið er kunnað um, at savnið er heilt ella næstan heilt komplett, sum tað stendur í lýsingini.
Úr trotabúnum Sp/f Bring, sum fyrr var Dimmalætting, eru partabrøvini í Sp/f D Media, sum hevur hjánøvnini Sp/f Dimmalætting og Sp/f Amtstidende for Færøerne, til sølu.
Tað merkir, at til ber at keypa navnið Dimmalætting.
Eingin skuld
D Media varð stovnað, tá Dimma fór, við tí endamáli at halda fram við blaðnum. Felagið hevur onga skuld og onga ogn.
Harafturat eru til sølu ljóðútgerð hjá Dimmalætting, tvey myndatól og myndasavnið hjá Dimmalætting.
Á næsta skiftafundi, sum er 20. februar, fæst at vita, hvussu nógv, trotabúgvið fekk fyri ognirnar, sum nú eru til sølu.