Bakkafrost viðhald: Ógjørligt at fiska hummara

Bakkafrost viðhald: Ógjørligt at fiska hummara
Poul Eiden Müller og Finn Jacobsen, sum hava hummaraloyvi á Árnafirði, hava kært málið til Løgtingsins umboðsmann
Teir, sum fiska hummara, eru misnøgdir við avgerðina há Vinnukærunevndini, og fara nú til Løgtingsins Umboðsmann við málinum
 
07.02.2014 - 13:35

Tað verður so at siga ógjørligt at reka hummaraveiðu á Árnafirði, nú Føroya Kærustovnur hevur staðfest avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, um at loyva Bakkafrosti at flyta aliringarnar inn á eitt gott hummaraøki á fjørðinum.
  
Tað heldur Hummarafelagið.

Felagið skrivar í kæruni til Vinnukærustovnin, at tað fer at raka hummaraveiðuna meint, um aliringarnir verða fluttir longri út á fjørðin, tí veiðumenninir fara at missa umleið helvtina av tí økinum, har hummari er at fáa á Árnafirði. Og við bert hálvum øki, verður ógjørligt at fiska hummara, tí hon fer neyvan at bera seg. 

Hava neyðugu heimildina

Í avgerðini um at loyva Bakkafrosti at flyta aliringarnar, skrivar Vinnukærunevndin, at hon metir, at avgerðin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hevur neyðuga heimild í lógini.

Vinnukærunevndin metir, at hummaravirksemið bert í lítlan mun verður ávirkað av broytingini í aliloyvinum, og at hummarabátarnir hava góðar møguleikar at tillaga sína veiðu á fjørðinum, tí teir hava loyvi at veiða hummara frítt á øllum fjørðinum. 

Men hesa avgerðina góðtaka Poul Eiden Müller og Finn Jacobsen, sum hava hummaraloyvi á Árnafirði ikki. Teir hava tí kært málið til Løgtingsins Umboðsmann. 

Gjørt stórar íløgur

Í kæruni skriva teir, at teir hava gjørt íløgur fyri fleiri hundrað túsind krónur í bát, útgerð, bil og í tvey hummaraloyvi. Eisini hava teir í fleiri ár røkt hummarastovnin á Árnafirði. Stovnurin verður m.a. røktur á tann hátt, at hummari, ið er minni enn eitt vist, verður sleptur livandi út aftur.

Alilloyvi er givið júst á bestu hummaraleið á fjørðinum, og tað ber ikki bara til at flyta veiðuna, tí tað er avmarkað, hvar á fjørðinum, hummari trívist. Í røktini av stovninum er tí avgerðandi at varðveita somu hummaraøki yvir langa tíð vísur Hummarafelagið á. 

Fyri tveimum árum síðani var aliøkið hjá Bakkafrosti flutt einar 500 metrar longri út á fjørðin, og tá mistu hummaramenninir eisini ein part av økinum, har hummari er at fáa.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981