Alivinnan skal rinda bæði eykaskatt og tøkugjald

Alivinnan skal rinda bæði eykaskatt og tøkugjald
Ein arbeiðsbólkur hevur latið landsstýrismonnunum í vinnumálum og fíggjarmálum tilmæli. Skatturin og tøkugjaldið verða mett at geva 39 mió. kr. í ár

07.02.2014 - 14:03

Í staðin fyri at gjalda sjey prosent í loyvisgjaldi, sum skipanin er nú, skal alivinnan rinda bæði loyvisskatt og tøkugjald.

Tað mælir ein arbeiðsbólkur til, sum júst hevur latið Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, og Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum álit.

Mælt verður til, at loyvisskatturin verður ein eyka felagsskattur upp á 4,5 prosent, og tøkugjaldið skal vera eitt hálvt prosent av marknaðarvirðinum, tá alifiskur verður tikin.

39 mió. kr.

Sambært arbeiðsbólkinum fer nýggja gjaldið at geva landskassanum umleið 39 milliónir kr. Av hesum stava 10 milliónir kr. frá tøkugjaldinum og 29 milliónir frá eykaskattinum.

Men bólkurin væntar, at loyvisgjaldið í longdini verður nakað lægri. Arbeiðsbólkurin er samdur um tilmælið, men nevndin í Havbúnaðarfelagnum tekur undir við tilmælinum.

Tað treytað av at einkarrætturin hjá Apotekinum at selja heilivág til alvinnuna, verður tikin av, so føroyska alivinnan verður sett javnt við alivinnuna í grannalondunum.

Tveir bólkar

Landsstýrið setti á vári í fjør ein arbeiðsbólk at koma við tilmæli um eykaskatt á fiski- og alivinnu. Seinni skipaði arbeiðsbólkurin seg í tveir bólkar: ein fyri fiskivinnu og ein fyri alivinnu.

Og tað er bólkurin, sum hevur viðgjørt skattaviðurskiftini hjá alivinnunu, sum nú hevur latið álit.

Í arbeiðsbólkinum sótu Hans Kári Vang, fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum, Atli S. Leo, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum, Pól E. Egholm, fulltrúi í Vinnumálaráðnum, og Atli Gregersen, nevndarlimur í Havbúnaðarfelagnum. Harumframt hevur Stefan í Skorini, ráðgevi fyri Havbúnaðarfelagið, verið við í arbeiðnum.

Her er álitið frá arbeiðsbólkinum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981