Umhvørvisstovan skal umsita navnamál

Umhvørvisstovan skal umsita navnamál
Uppskot um kunngerð er komið á landsstýrisborð
 
06.02.2014 - 07:56

Á landsstýrisfundi mánadagin var upprit og uppskot um kunngerð at flyta umsitingina av navnamálum til Umhvørvisstovuna til viðgerðar.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at tá innlendismálaráðið í fjør summar varð niðurlagt, vórðu umsitingarøkini hjá niðurlagda ráðnum býtt sundur millum hini ráðini. 
Á landsstýrisfundinum mánadagin varð avgjørt, at Umhvørvisstovan sum hoyrir undir Fiskimálaráðið, sum framman undan umsitir matrikkulmál, tinglýsingar og umhvørviðsmál, nú eisini skal hava navnamál undir sær.

Navnamál verða viðgjørd í navnanevndini. Og nevndin er júst mannað av nýggjum. Í navnanevndini sita nú: 

Heri Joensen, sóknarprestur 
Anfinnur Johansen, málfrøðingur
Hanna Magnusson, fólkaskúlalærari 

Varalimir eru: 

Maria Jørdal Niclasen, sóknarprestur
Kristin M. Magnussen, málfrøðingur
og Magni Joensen, fólkaskúlalærari

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981