- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rúsan flytur úr Skálavík til Sands
Rúsan flytur úr Skálavík til Sands
Fer at halda til í bygninginum, har BankNordik var
06.02.2014 - 15:29
Í mai ella juni flytur sølustaðið hjá rúsdrekkasøluni í Mølhandlinum í Skálavík til Sands, har tey hava leigað bygningin, sum BankNordik helt til í.
Rógvi Fossádal, stjóri í Rúsdrekkasølu Landsins, sigur, at tey hava hugt at fleiri hølum í oynni, og nýggju hølini lúka treytirnar um, at tey skulu vera tíðarhóskandi og liggja høgligari fyri hjá viðskiftafólkunum.
Nýggju hølini eru umleið líka stór sum tey í Skálavík, men leigumálið er betri, sigur Rógvi Fossádal, stjóri.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV