Kanna um CIP skal hava milliónina

Kanna um CIP skal hava milliónina
Danska íløgufelagið er ikki við, nú eitt alment felag burturav skal byggja og reka Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin
 
06.02.2014 - 15:43

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur heitt á umsitingina um at kanna, um Copenhagen Infrastructure Partners skal hava eina millión útgoldnað, nú flokkarnir eru samdir um ein leist fyri Skálafjarðartunnilin, har danska íløgufelagið ikki er við. 

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í stuttari viðmerking. 

Hann vil tó ikki gera viðmerkingar til, hvør skal læna almenna tunnilsfelagnum pengar, men vísir á, at føroysk feløg eiga pengar, eitt nú íleggingargrunnurin og LÍV, sum upprunaliga var partur av verkætlanini

400 mió. kr.

Tunnilssemjan leggur upp til, at landið setur íalt 400 mió. kr. í felagið, sum skal gera Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin. Peningur verður settur av á hvørjum ári til 2024.

Sandoyartunnilin skal haraftrat fáa 10 milliónir kr. í rakstrarstuðli um árið, tí roknað verður við, at bert 350-400 biilar fara at koyra í tunlinum um samdøgrið.

Báðir tunlarnir fara væntandi at kosta meira enn tvær milliardir krónur tilsamans.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981