- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hálvur tími millum Klaksvík og Havnina
Tá Eysturoyartunnilin er komin, fer tað bert at taka ein góðan hálvan tíma at koyra millum Klaksvík og Havnina. Og tað fer bert at taka eitt gott korter at koyra millum Runavík og Havnina.
Tá Sandoyartunnilin er liðugur, fer tað at taka 20 minuttir at koyra millum Havnina og Sand.
Tað upplýsti Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, tá hann legði tunnilsætlanina fram í Miðlahúsinum í gjárkvøldið.
5.800 bilar í Eysturoyartunlinum
Ferðslukanningar, sum vórðu gjørdar í fjør, vísa, at tilsamans 5.767 bilar fara at koyra í Eysturoyartunlinum um samdøgrið, og at ferðslan í Sandoyartunlinum verður millum 350 og 400 bilar um samdøgrið.
Høvuðstunnilin millum Havnina og Skálafjørðin verður góðar sjey kilometrar til longdar. Harafturat kemur tunnilin, sum bindur fjørðin saman. Hann verður umleið fýra kilometrar til longdar.
Eysturoyartunnilin verður at mettur at kosta eina milliard og 50 milliónir kr.
Upp í Traðardali
Sandoyartunnilin verður 10,6 kilometrar til longdar. Hann verður millum Gomlurætt á Streymoyarlandinum og kemur upp í Traðardali á Sandi. Sandoyartunnilin verður mettur at kosta 865 milliónir kr.
Sambært tíðarætlanini skal verða koyrandi í Eysturoyartunlinum í 2019 og í Sandoyartunlinum í 2021.
Arbeiðið upp á Eysturoyartunnilin skal byrja í 2016, og tá hann er boraður ígjøgnum í 2018, verður farið undir Sandoyartunnilin.