Fiskaren: Føroyar fáa 12,4 prosent av kvotuni

Fiskaren: Føroyar fáa 12,4 prosent av kvotuni
Makrelsamráðingar eru í London í dag og í morgin
 
06.02.2014 - 07:38

Føroyska makrelkvotan er nú komin upp í 12,4 prosent sambært norska blaðnum Fiskeribladet Fiskaren.

Blaðið sigur seg vita, at tað, sum lá á borðinum í gjárkvøldið, tá samráðingarnar millum strandarlondini vórðu tiknar uppaftur, vóru 49,4 prosent til ES, 22,5 prosent til Norra, 12,4 til Føroya, 11,9 til Íslands og 3,7 prosent til NEAFC at lata Russlandi og Grønlandi. 

99,9 prosent

Hesi tølini eru, samanløgd, 99,9 prosent. Men sambært øðrum keldum, millum annað føroyska samráðingarleiðaranum, skiltu 0,8 prosent partarnar. Talið var 100,8 prosent, tá partarnir hittust í London í gjárkvøldið. 0,8 prosent skulu finnast í heildini, so talið endar á 100.

Norska fiskivinnublaðið heldur seg tó hava so stóra vissu fyri sínum tølum, at blaðið hevur eina atkvøðugreiðslu á heimasíðuni, har spurt verður, um Norra eigur at góðtaka hetta býtið.

Í dag og í morgin

ES stendur fyri samráðingunum um makrelbýtið í 2014, og samráðingarleiðarin hjá ES, John Spencer, hevur sett dagin í dag og fríggjadagin av til samráðingarnar. Samstundis eru eisini samráðingar um svartkjaft og norðhavssild í London í hesum døgum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981