- Tíðindi, mentan og ítróttur
Faroe Petroleum: Ein millión litrar um dagin
Faroe Petroleum: Ein millión litrar um dagin
Oljufelagið ætlar at bora fýra ella fimm leitibrunnar um árið
06.02.2014 - 09:18
Góðir 963.000 litrar av olju í miðal um dagin var úrslitið hjá Faroe Petroleum í fjør.
Felagið fekk 6.059 tunnur av olju í miðal um dagin burtur úr sínum loyvum. Faroe Petroleum er sera virkið í Norra, og er nú millum tey feløg, sum hava flest loyvi at bora í norska landgrunninum.
Felagið fekk tíggju leitiloyvi í fjør. Í tveimum loyvum er Faroe Petroleum fyristøðufelag. Felagið fyrireikar seg nú til 23.útbjóðingarumfar í Norra og 28.útbjóðingarumfar í Bretlandi.
Faroe Petroleum hevur sett sær fyri at bora fýra ella fimm leitibrunnar um árið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV