- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava veð í fiskiloyvum og aliloyvum
Peningastovnar eiga at kunna fáa veð í fiskiloyvum og aliloyvum.
Ein tílík virkisveðseting hevði havt við sær størri fíggingarmøguleikar hjá vinnuni og betri trygd hjá peningastovnunum. Men í uppskotinum hjá landsstýrinum um eina dagførda lóg um tinglýsing er einki nevnt um fiskiloyvi og aliloyvi, sigur Felagið Peningastovnar í sínum hoyringarsvari um lógarbroytingarnar.
Loyvini í tinglýsingarlógina
Felagið vil hava hesi loyvini hjá vinnuni við í tinglýsingarlógina, tí, sum felagið sigur, so verður lættari hjá fiskivinnuni og alivinnuni at fáa lán og trygdin hjá lánveitarum verður sterkari.
Felagið Peningastovnar heldur eisini, at virkisveð og kravsveð skula kunna stovnast bæði við ognarveðbrøvum og við skaðaloysisbrøvum eins og í Danmark, og ikki bara við ognarveðbrøvum, soleiðis sum lógaruppskotið sigur.
Verða bæði ognarveðbrøv og skaðaloysisbrøv loyvd, kunnu partarnir sjálvir avtala, hvat brævið skal brúkast til.