- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava reglur um at útveita sendingar í KvF
Kringvarpið eigur at gera yvirskipaðar og fastar mannagongdir og leiðreglur, og serliga í førum, tá ið onnur framleiða sendingar fyri stovnin.
Tað sigur Mentamálaráðið í niðurstøðuni í eini frágreiðing, sum ráðið gjørdi í sambandi við, at Kringvarpið avgjørdi at útveita nýggjárssendingina 2013.
Og Mentamálaráðið vil nú hava Kringvarpið at gera slíkar mannagongdir og leiðreglur, sigur Bjørn Kalsø í skrivi, sum er sent Kringvarpsstýrinum, og sum liggur á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum.
Sponsorering og programminnihald
Mentamálaráðið sigur, at hetta kundi byrgt upp fyri ivamálum í sambandi við greiða skilnaðin millum sponsorering og programminnihald. Í mannagongdunum skal atlit takast at ásetingum í rundskrivi frá 1. oktober 2013 hjá Fíggjarmálaráðnum um at keypa vørur og tænastur.
Mentamálaráðið fer at heita á Kringvarpið um at fáa slíkar mannagongdir og leiðreglur fyri stovnin og kunna ráðið um loysnina á málinum, stendur í skrivinum frá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, til Kringvarpsstýrið.
Her er skrivið til Kringvarpsstýrið