- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljudálking: Vita ikki enn hvør syndarin er
Nú meira enn fýra mánaðir eru farnir, veit Tvøroyrar kommuna ikki, hvør skal hava rokningina fyri uppruddingararbeiðið eftir oljulekan á Trongisvágsfirði 25.september í fjør.
Tí ikki er staðfest, hvaðani oljan kom.
Tríggir møguleikar eru, trý skip, sum kunnu hava likið oljuna, Smyril, eitt russiskt frystifarmaskip og ein útlendskt tangaskip, sum var á Tvøroyri við olju. Royndir vórðu tiknar av oljuni hjá øllum skipunum til at samanbera við oljuna, sum var á sjónum. Men tann samanberingin er ikki gjørd enn.
Ikki greinaðar
Royndirnar eru, sum skilst, ikki sendar til greiningar. Tann eina royndin, sum varð tikin, varð tikin av skipinum, tá tað kom til Norra úr Føroyum. Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at býráðið hevur rykt eftir svari oftari enn eina ferð.
Tað tók nakrar dagar at rudda eftir oljudálkingina, og tað kostaði kommununi nógvar pengar. Tá, síðst í september, varð sagt, at tað kundi taka upp í seks vikur at greina oljuroyndirnar. Men enn eru royndirnar ikki greinaðar, og Tvøroyrar kommuna hevur ongan at senda rokningina fyri uppruddingina til.
Fundur við Umhvørvisstovuna
Linda Hesselberg á Fútaskrivstovuni vil einki siga um málið í dag. Hon sigur, at hon veit meira um málið í næstu viku, tá politiið hevur havt fund við Umhvørvisstovuna um málið og eitt annað oljudálkingarmál, sum var í Miðvági. Heldur ikki á Umhvørvisstovuni vita tey at siga, hvussu verður við málinum um stóru oljudálkingina á Trongisvágsfirði fyri góðum fýra mánaðum síðani.
Av tí at "syndarin" er ikki funnin, ber ikki til at geva nøkrum bót fyri dálkingina. Bótin er stór eftir, at hon hækkaði nógv fyri nøkrum árum síðani. Bótin fyri 500 litrar er til dømis 150.000 kr., og hon er 250.000 kr. fyri 1.000 litrar. Harafturat ber eisini til at geva skipum bót fyri ikki at boða frá oljudálking.