- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtt fólkaskúlaráð veljast
Fólkaskúlaráðið skal veljast av nýggjum.
Høvuðsarbeiðssetningurin hjá fólkaskúlaráðnum er at ráðgeva landsstýrisfólkinum í øllum málum víðvíkjandi fólkaskúlanum og vera ein virkin liður í at ummæla, eftirmeta og at gera tilmæli um neyðugar broytingar á fólkaskúlaøkinum.
Fólkaskúlaráðið hevur síðan 2011 latið úr hondum fleiri álit, eitt nú um sernámsfrøðiliga økið, førleikastovur og forskúla. Ráðið situr trý ár í senn, og 1. februar var tíðin farin hjá teimum, ið hava mannað ráðið seinastu trý árini.
Pisa-kanning
Nýtt fólkaskúlaráð verður sett í vár, upplýsir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, og ein av fyrstu uppgávunum, ráðið fær, verður at gera eitt álit og tilmæli út frá seinastu Pisa-kanningini.
Hesa hava mannað fólkaskúlaráðið: Karolina Matras, forkvinna, Marjun Ziskason, skrivari, Jenny Lydersen, samskipari, Andrass Henriksen, Jónleif Johannesen, Hans Jón Juul Thomsen, Mai Laksafoss Simonsen, Jákup Eli S. Olsen, Tonnie Strøm og Mannbjørn Olsen.